|
Viðtøkur fyri Felagið
fyri Hoyribrekað í Føroyum
§1
Navn felagsins er "Felagið fyri hoyribrekað
í Føroyum", stytt FHF, og heimstaður
felagsins er Tórshavn.
§2
Endamál felagsins er:
- við fyribyrgjandi tiltøkum í breiðastu
merking at arbeiða fyri at varðveita hoyrnina
- at arbeiða fyri at tær dagligu umstøðurnar
hjá hoyribrekaðum vera so góðar
sum gjørligt
- at upplýsa samfelagið um trupulleikarnar
hjá hoyribrekaðum við atliti til at
betra hoyriumstøðurnar
- og at stuðla læknavísindini í
hennara fyribyrgjandi og lekjandi arbeiði.
§3
Limir kunnu gerast einstaklingar, feløg og
stovnar.
§4
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Um lógarbroyting, ella aðalfundur fyrst
í árinum, og skal lýsast í
einum føroyskum blaði í seinasta
lagi 14 dagar frammanundan, og limirnir fáa
skrivliga fráboðan. Aðalfundurin er
altíð viðtøkuførur, og
allar avgerðir verða tiknar við vanligum
meirluta av greiddum atkvøðum.
Tann fasta dagsskráin til ársaðalfundin
er henda:
1. Val av fundarstjóra
2. Ársfrágreiðing frá nevndini
um farna árið
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
til góðkenningar
4. Innkomin mál og mál frá nevndini
5. Val av nevndarlimi og eykalimi
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Ymiskt
Limir, sum ynskja mál viðgjørt á
ársaðalfundinum, skulu senda nevndini skrivliga
fráboðan um hetta. Fráboðanin
skal vera nevndini í hendi í seinasta
lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá meirlutin
av nevndarlimunum ella 1/4 av limum felagsins ynskja
tað. Eykaaðalfundur verður lýstur
eftir somu reglum sum ársaðalfundurin.
Heldur ein meirluti av nevndini, at málið,
sum eykaaðalfundur skal vera um, er so átroðkandi,
at óráðiligt er at bíða,
kann eykaaðalfundur haldast, tá hann er
lýstur í Útvarpi Føroya
og/ella Sjónvarpi Føroya í seinasta
lagi 48 tímar frammanundan.
§6
Felagið verður stjórnað av eini
nevnd við trimum limum, sum sjálv velur
formann, skrivara og kassameistara sínamillum.
Nevndin heldur fund, tá hon sjálv vil,
ella tá ein nevndarlimur krevur tað. Formaðurin
kallar inn til nevndarfundar við rímiligari
freist. Skrivarin er eisini næstformaður
og virkar sum formaður, tá formanninum
berst frá. Nevndarlimirnir sita 3 ár.
Ein nevndarlimur stendur fyri vali hvørja ferð.
Í teirri fyrstu nevndini situr tó bert
formaðurin í 3 ár - skrivarin situr
í 2 ár og kassameistarin í eitt
ár.
Á hvørjum aðalfundi verður valdur
ein tiltakslimur, sum hevur rætt at møta
á øllum nevndarfundunum, og sum skal
hava fundarfráboðan á sama hátt,
sum nevndarlimirnir. Tiltakslimurin hevur talurætt
á nevndarfundi, men ikki atkvøðurætt.
Fer nevndarlimur frá í ótíð,
tekur tiltakslimurin sæti í nevndini
fyri hann.
Nevndin er bert viðtøkufør, tá
allir nevndarlimirnir eru á fundi. Allar avgerðir
á nevndarfundi verða tiknar við vanligum
meirluta.
Formaðurin og kassameistarin saman tekna felagið
úteftir. Keyp, søla ella veðseting
av fastari ogn og skuldarbinding av felagnum upp um
20.000 kr. krevur aðalfundarsamtykt.
§7
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
Kassameistarin letur í seinasta lagi ein mánað
undan aðalfundinum grannskoðaranum roknskap
til grannskoðan.
§8
Til avtøku av felagnum krevst samtykt á
tveimum fylgjandi aðalfundum.
Verður felagið avtikið, falla ognir tess
til Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum,
MBF.
Soleiðis samtykt á stovandi aðalfundi
11. juli 1992.
Hans Trúgvi Henriksen, fundarstjóri
Við broytingum samtyktum á aðalfundi
28. apríl 1995.
Torkil Hansen, fundarstjóri
|